Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í morgun frættist, at Christian Andreasen, forseti í FSF, er einmælt valdur sum formaður í Legal Committee, lógarnevndini hjá UEFA.

Henda stórhending og heiður fyri føroyskan ítrótt og fyri okkara luttøku á altjóða pallinum yvirhøvur, skuldi sjálvsagt vakt miklan ans í KvF og í Miðlahúsinum.

Men so eiðasørt.

Ikki eitt kis. Tagt í hel.

Mikrofonhaldarí
Ístaðin borðreiddi KvF á middegi við km-longum subsistensleysum innslagi um bræv frá Piu Kærsgaard, sum hevur sent ungdómum grundlógina.

Sama, sum eisini varð gjørt í 2015.

So, what's up?

Har var so løgtingsformaðurin høvuðsvitni, hóast hann slettis ikki hevur nakað sum helst við málið at gera.

Er ikki valevni og sigst annars at vera andstøðingur til fólkatingsvalið, hóast flestu síggja hansara atburð sum bera sjálvprofilering.

Men har fingu hann og Tjóðveldið, umvegis vanliga mikrofonhaldaríið, óskerda atgongd til almenna miðilin.

Og í kvøld var 5 min. langt innslag í D&V um hólmgongu millum Sambandið og Tjóðveldi, aftaná, at sv-verturin hevði penslað út, hvussu nær Tjóðveldi var við at missa/vinna fólkatingssessin.

Euforia
Har var heldur einki um nýggja formannin í Legal Committee hjá UEFA.

Og í ítróttartíðindunum aftaná D&V var eisini deyðatøgn.

Sakligur ella selektivur tíðindaflutningur tveir dagar undan valinum?

Ella er endamálið at røkka somu politisku eufori'ini í Sortudíki, sum vit hoyrdu um, tá uppteljingin var endað aftan fólkatingsvalið í 2015?

Tað tykist ikki at vera trupult at gita um tað.

Bjarni Djurholm

(Sum valevnini eisini gera, tá ið tey skriva á VP, so er goldið fyri hesa greinina)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo