At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Krutl

Logos Hope við bryggju í Veracruz (mynd: Jóhannus á Rógvu).

Gamla Norrøna, sum nú eitur Logos Hope, liggur í hesum døgum við bryggju í meksikanska havnabýnum Veracruz, sum liggur út til Meksikanska flógvan.

Og sum sæst á myndunum er sera stórur áhugi fyri at sleppa umborð á skipið.

Logos Hope siglir fyri týska hjálparfelagsskapin GBA Ships. GBA stendur fyri Gute Bücher für Alle ella Góðar Bøkur til Øll, og skipið er eitt slag av trúðboðaraskipi sum vitjar kring um í heiminum og hevur opið fyri áhugaðum. Sambært wikipedia hevur skipið, síðani tað fór at sigla fyri felagsskapin í 2009, vitjað í Norðurevropa, Karibia, Vesturafrika, við Miðjarahavið, í Suðurásia og nú í Látínamerika.

Tað eru sjálvboðin sum manna Logos Hope, og tey eru vanliga við í eini tvey ár áðrenn tey mynstra av. Sum skilst telist ongin føroyingur ímillum manningina.

Gamla Norrøna er í dag skrásett í Valetta á Malta.

Nógv fólk vilja sleppa umborð á gomlu Norrønu, nú Logos Hope (mynd: Jóhannus á Rógvu).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo