Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: Komandi sunnudag spælir føroyska A-landsliðið við monnum fjórða undankappingardystin til HM 2018, sum verður í Russlandi. Mótstøðuliðið hesaferð er Sveis, og tað er einki at ivast í, at hetta verður ein stór avbjóðing, sum okkara menn skulu í holt við. Aftaná tríggjar dystir hava sveisar fingið fult stigatal, og eru í løtuni fremst í bólkinum.

Týskvøldið kom føroyski hópurin til Luzern í Sveis, har dysturin verður spældur á Swissporarena sunnudagin klokkan 17:00, føroyska tíð.

Seks venjingar eru á skránni, áðrenn sjálvan dystin, og til hvørja venjing hava sveisisku fjølmiðlarnir víst stóran áhuga fyri føroysku spælarunum, umframt Lars Olsen, landsliðsvenjara, sum í níti-árunum spældi fyri sveisiska stórfelagið, FC Basel.

Sum heild hava fyrireikingarnar í Luzern gingið væl, og allir spælararnir tykjast at vera væl fyri. Men veðurlagið í Sveis er heldur ivasamt í november mánaða, og tí hevur venjingarvøllurin ikki verið nakað at rópa hurrá fyri. Tað hevur verið torført at fáa góðan grasvøllir at venja á, og tí eru onkrar venjingar á graslíki.

Myndir frá venjingini hósdagin kunnu síggjast her: A-landsliðsvenjing í Luzern / 10-11-2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo