Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Kringvarpið: So er aftur spenningur í EFFO-deildini, eftir at KÍ spældi javnleik 2-2 á heimavølli ímóti B36, samstundis sum Víkingur vann 2-0 á NSÍ.

Í seinastu minuttunum eydnaðist tað verjukempuni hjá B36, Oddmari Færø, at fáa bóltin í KÍ málið.

Soleiðis at endaliga úrslitið í dystinum í Klaksvík gjørdist javnleikur 2-2.

Samstundis sum B36 tók tvey stig frá KÍ, eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0 á NSÍ.

Harvið minkaði munurin niður í tvey stig, ímillum nummar eitt og nummar tvey í kappingini.

Nú bert tríggir dystir eru eftir, er tískil lagt upp til ein sera spennandi enda av kappingini.

Úrslitini í dagsins umfari gjørdust - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo