Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Onnur tíðindi

Hagstovan: Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 449 og Klaksvíkar við 75. Runavíkar kommuna veksur við 57, men tann nógv minni grannakommunan, Nes kommuna veksur meir, við 63 fólkum, og í sama øki veksur Sjóvar kommuna við 49 fólkum.

Av størstu kommununum er vøksturin lutfalsligi størstur í Tórshavnar kommunu við 2,1%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,5% og Runavíkar kommuna við 1,4%.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Nes kommuna við 5,0%, Sjóvar kommuna við 4,8%, Sunda kommuna við 2,2% og Sørvágs kommuna við 2,1%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við 13%, Hovs við 6,2% og Eiðis við 3,0%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 25 og 17 fólkum. Aðrar kommunur við minkandi fólkatali vóru Húsavíkar, Skopunar, Fámjins, Skálavíkar, Viðareiðis, Fugloyar og Kvívíkar kommunum. Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsavíkar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo