At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Amerikanarar leggja nógv fyri at halda ólógligum tilflytarum burtur frá USA - og at finna teir, sum eru í landinum.

Í 2015 stovnaðu loyniligir amerikanskir njósnarar lærda háskúlan "University of Farmington", Michigan.

Lærdi háskúlin var bara til á pappírinum og hevði sum endamál at lokka ólógligar tilflytarar "í felluna" - at fáa teir at innskriva seg í vónini um at fáa lestrarvisum og á henda hátt fáa loyvi at verða verandi í USA.

Amerikanskir myndugleikar hava handtikið 130 persónar í hesum átakinum, harav 129 frá India, skrivar DR.

Amerikanska innflytaraløgreglan ICE metir, at allir 130 persónarnir, sum nú eru handtiknir, vistu sera væl av, at talan ikki var um eitt veruligt universitet.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo