Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Tann 1. apríl høvdu nevndirnar í Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag felags fund, sum somuleiðis var stovnandi aðalfundur fyri smápartafelagið “Jarðir”. Hetta eitt felag, ið Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava sett á stovn. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

Endamál felagsins er at eiga og reka fast ogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í hesum sambandi.

Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva frameftir um at fáa betri og meiri skipaði viðurskiftir í samband við tí alsamt vaksandi ferðavinnuni, sum eisini sóknast eftir betri fyriskipan við eitt nú gongd í haga vm.

Hetta nýggja felagið hevur eina nevnd, ið umboðar bæði feløgini og áhugamál tess, og skal hetta felagið frameftir arbeiða miðvíst við at menna og samskipa ferðavinnutilboð, bæði til føroyingar og útlendingar.

Í nevndini sita: Niels T. Pedersen, formaður, Símun Gullaksen, Dánial Christoffersen, Jan Thomsen og Sigert Patursson. Stjóri í felagnum er Sigert Patursson.

Eftir ársaðalfundin hjá Føroya Óðalsfelag, sum verður miðskeiðis í apríl, fer Sp/f Jarðir undir ítøkiligar samráðingar um samstarv við Hiking.fo. Aðalmálið er at tilrættisleggja ein hóskandi felags leist fyri at samskipa og bjóða út ymisk ferðavinnutilboð, eitt nú gongd í haga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo