Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Síðan nýggjur stjóri bleiv settur, er trivnaðurin á høvuðsskrivstovuni á SSL í botni.

Fólk fara í farloyvi, meðan aftur onnur siga upp, so stovnurin verður spakuliga avlagaður.

Grundin sigst vera stjórin ongantíð er á sínum arbeiðsplássi, og er burturstaddur í vikuvís, og sama er galdandi fyri fíggjarstjóran.

Báðir eru sum kunnugt í leiðsluni.

Kann tykjast undarligt, at tá eitt starv verður sett og viðkomandi hevur arbeiðsstað á Sjógøta 5 á Tvøroyri, ikki møtir á sínum arbeiðsstaði.

SL hevur nú fingið sær eitt kontór á Farstøðini í Tórshavn, og ger hetta, at størvini sum vóru "oyramerkt" til at menna Suduroynna, nú eru endaði aftur í Havn.

Har starvast fast í minsta lagi 5 fólk.

So sera harmuligt at vera vitni til.

Landstýrismaðurin Henrik Old er vitandi um hetta, men ger einki fyri at bøta um støðuna.

Sama gongdin er sum kunnugt við Sjóvinnustýrinum, har stjórin arbeiðir í Havn.

Misnøgdur suðringur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo