Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Leygardagin 23. februar varð byggisáttmáli undirskrivaður við norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksion um bygging av framkomna bátinum eftir eitt væl fyrireikað arbeiði um trygd og krøv.

Skipasmiðjan hevur drúgvar royndir við bygging av hesum slagi av báti, og við nýggja bátinum verður Strandferðslan før fyri at veita eina betri tænastu, viðvíkjandi túratali, trygd og grønari rakstri. 

Báturin fer at ganga 20 míl við ferðafólki og kann bæði sigla upp á ravmagn og gassolju. 96 ferðafólk og 3 persónbilar ella 1 stórur bilur rúmast umborð. Sáttmálakostnaðurin er 33,7 mió. kr.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, er fegin um, at øll loyvi eru komin í rætt lag, og at bygging av bátinum kann byrja. 

1. mai næsta ár kemur nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni til Føroya. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo