Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nakrir veðurlagsvargar hava vent Føroyum upp og niður í sambandi við ‘Earth Day’ 2017.

Bogi Hansen hevur í áratíggju spátt, at mannaættin (føroyingar eisini) verður loypt, kókað, stokt og bakað í heitari luft, sum stendst av tí CO2, ið sprænir úr oljufýrum, bilum, skipum, verksmiðjum, maskinum, el-orkuverkum, o.ø. kolvetniskyndum motorum, ið framleiða 90% av allari orku, ið Vestanlondum tørvar til at varðveita okkara verandi livistøði.

Professor Hansen satsaði sína professionellu dómadagsprestigu í eini rannsókn at prógva, at sjórákið í Bankarennuni viknaði, tí at ‘hjartað í heimshøvunum’, Golfstreymurin, gavst at ‘pumpa’ um stutta tíð orsakað av mannelvdum veðurlagsbroytingum.

Ein altjóða filmur varð gjørdur við Prof Hansen sum høvuðsleikara og Magnusi Heinason sum flótandi leikpalli í hesum heimsfevnandi og váta ‘hjartatilburði’.

Úrslitið av gyklinum: Hjartað í heimshøvunum pumpar sum aldri fyrr. Men eingin filmur varð gjørdur um fiaskoina í hesum fupp- og svindulnummari. Tað verður tagt burtur.

Johan Mortensen hevur í áratíggju spátt, at Føroyar blivu eitt oljusjeikaland og fór at flóta í oljumilliardum, tá vit pumpaðu kolvetni úr havsins botni, ið skuldi blásast út í luftina sum CO2, so vit øll blivu loypt, stokt, kókað, bakað, grillað ella brend av ‘global warming’.

Eldsálin Johan slepti oljudreyminum, tá Statoil gav skarvin yvir eftir (bert fyribils, vónandi) 3. umfar, og kastaði sín kærleika á parma skinkurræstan fisk og garnatálg. Síðan er eisini Johan illa smitturaktur av veðurlagsøði og er farin upp í ‘The Prof Hansen Road Show’. (Langt lop frá tráan eftir at gerast kolvetnismillióningur).

Endamálið  við hesi veðursjúku er reint akademiskt blackmail, skattfiggjað granskingarløn.

Henda pengaavpressing byrjaði í 1970-unum sum ‘nýggj ístíð’, varð broytt til ‘global warming’ fyrst í 1980-unum, tá niðurkølingin síðan kríggið vendi til upphiting (0,5 stig).

Eftir 2000, tá upphitingin steðgaði, hava falsgranskarar kallað hana ‘veðurlagsbroytingar’, tí tað er so óítøkiligt, luftigt, filosofiskt, próvleyst og lætt at ræða lívið úr veikum sálum við.

París-konventiónin leggur upp til, at 1.000 mia dollarar skulu árliga kroystast úr vesturlendskum skattgjaldarum og sendast kavrotum politiskum milliarderum í 3. heimslondum sum kontant  samsýning afturfyri, at teirra lond ikki brúka kolvetni sum drívmegi til at bøta livistøðið .

Teirra tegnar (trælir) liva fyri 2-5 dollarar um dagin og verða tvingaðir av veðurlags-kultistum sum Hansen-Mortensen til at hita sínar leirsmáttur og matgera við træsprekum og turrari mykju, ið drepa 5 mió fólk um árið av lungnasjúkum, tí vesturlendska veðurlags-elitan noktar teim el-orkuverk, ið verða kynd við kolvetni, og tað finst í fleiri 3. heimslondum í ovurmát.

Taka vit tíðarskeiðið 1930-2015 í Føroyum sum dømi, var líka lýtt frá 1930-40 sum frá 2005-2015, t.e. 7,1 hitastig í miðal. Frá 1950-1980 var miðal hitin í Føroyum 6,7 hitastig, næstan líka kalt sum kaldasta tíggjuárið 1910-1920 tey farnu 140 árini (smbr. Petur Skel Jacobsen, og DMI).

Síðan seinastu ístíð fyri um 10.000 árum síðan er luftin á norðaru hálvu ornað fleiri stig, og heldur fram at orna. Grønland og Norðpólurin verða ísfrí um 12.000 ár, um vit skulu vera so bjartskygd at vóna, at luftin heldur fram at hitna. Tað er tó ikki sannlíkt, tí helst kemur næsta ístíð áðrenn tað. Men tá eru Hansen, Mortensen og onnur antin kremerað og send upp í loft sum CO2, ella hava vit ligið undir grønu torvu so leingi, at vit eru blivin kolvetni.

Lufthitin á norðaru hálvu er í søguligari tíð ornaður og kólnaður í 4-500 ára tíðarbilum í hvussu er síðan ár 1500 f. Kr. Mykenska, forngrikska, fornrómverska og karolingska sivilisatiónirnar blómaðu allar í lýggjum tíðarbilum. Víkingatíðin (seinmiðøld) varaði frá uml. 800-1300. Tað sama við nýggjari vesturlendskari mentan síðan 1750.

Katedralar (t.m. Kirkjubømúrurin) og kleystur í hópatali um alt Evropa, víndyrking í York í Onglandi og Vínland í Nova Scotia, ísfrítt Suðurgrønland, veðurgott Norðuratlantshav við regluligari sigling við opnum knørrum millum norsk lýðlond og meginlandið broyttist um ár 1300, tá tað kólnaði og regnaði, so fellisár raktu oftari, og fólk doyðu sum flugur niðurundirkomin av rakføðslu og landfarsóttum.

Henda ‘lítla ístíðin’  varð harðast seinna part av 17.øld (‘Maunder Minimum’. Gablatíðin í Føroyum). Men inn í 18. øld ornaði aftur líka til okkara tíð. Uttan hesa upphiting var ídnaðarkollveltingin ikki hend, og so búðu 5 mia fólk færri í heiminum (bert 4.000 fólk í Føroyum). Kolvetni, kol, olja og gass hava verið drívmegin í hesi menning av vesturlendskari sivilisatión. Tær orkukeldur ætla tit, veðurlagsbimsarar, at beina fyri. Eru tit steinørir?

Uttan vaksandi nøgd av kolvetni, kol frá 1750, olju frá 1850 og gass frá 1880, og meiri í dag enn nakrantíð, vóru hvørki fólkastýri ella vælferð komin í stropa.

Fínt at gera royndir við vind- og sólorku. Men tey verða ikki álitið í áratíggju. Til tá, ja Gud signi kolvetni.

Uttan kol, olju, gass (og atomorku) stirna, frysta og svølta 90% av okkum í hel innan 10 ár, tey, ið ikki doyggja í einum heimskríggi um orku.

Men hvat virða ‘religiøst’ fanatiskir gyklarar sum Prof Hansen og Johan M hesar próvføstu søguligu sannroyndir? Hvat virða visinda-spekulantar søguligar veruleikar, soleingi teir kunnu seta streymboyur út í Bankarennuna, heingja parmaskinkur upp í føroyskum hjøllum og ganga til smakkroyndir av garnatálg og røstum kjøti? (Hetta seinasta hevur so okkurt við ein matligan veruleika at gera).

Hvat bleiv av tykkara ‘ísvetri’ eftir 1980? Av tykkara ‘global warming’ eftir 2000?? Og hvat verður av tykkara ‘veðurlagsbroytingum’, um seinasti spádómur um eina nýggja ‘lítla ístið’ eftir 2030 gongur út???

Eingin ísur rundan um Norðpólin, Alaska, Norðurkanada og Norðurrusland? Fupp. Nýggjasta máting av norðpólsísinum vísti 9 mió km2, sama umráði sum alt USA!

Ísbjarnir drukna í teirra roynd at svimja millum ov fáar ísflakar? Eisini lygn, tí fyri 40 árum síðan vóru av ovurveiði bert 5.000 ísbjarnir eftir kring Norðpólin. Í dag eru 25.000 ísbjarnir til, so at inuittar í Norðurkanada illa tora at ganga millum húsanna í myrkri, tí ísbjarnir tøma hvørt ruskílat eftir føði.

Ísurin kring Suðurpólin er tjúknaður 100-tals metrar, øktur til ummáls og vigar milliardir tons meiri í dag, enn tá pólgranskarar sum Scott, Amundsen, Shackleton o.a., kannaðu Antartika, ið er líka stór ísoyða sum alt Kanada og USA tilsamans.

Veðurlagsbroytingar hava altíð verið.’ Veðrið má sær ráða’, søgdu teir gomlu. Sólgeislingar hava nógv størri ávirkan enn mannelvt CO2-útlat á heimsins veðurlag. Eitt miðal hampa íslendsk eldgos sendir meiri ‘veðurlagsgass’  upp í loft enn allir heimsins bilar í 100 ár.

Mitt- California hevur júst havt skerping í 3 ár, til tað í ár regnaði av grimd, so hvør vatnbyrging fleyt yvir. Soleiðis hevur altíð verið. Fyri 700-1000 árum síðan var skerpingur har í 300 ár.

Zimbabwe hevur rópt eftir neyðhjálp (sum vant), tí turkur hevur herjað í 3 ár. Nú rópar Mugabe eftir neyðhjálp, tí har er vatnflóð av oysregni.

Tú skalt longur enn 100 ár aftur í tíðina fyri at hava upplivað so fáar ódnir í Caribia sum farnu 6 árini. El Nino kemur og fer líka regluliga í okkara tíð sum síðan tíðarinnar morgun.

Síðstu jól vóru tey kaldastu í Warshawa og Moskva síðan 1915, og kaldasti vetur á Balkan (niður í Grikkaland við 15 kuldastigum) í óminniligar tíðir, og kaldasti á Volga-leiðini síðan veturin 1942-3, tá 300.000 týskarar lótu lív har, mest av frostdeyða.

Hvørt ár doyggja fleirfalt so nógv fólk av kulda enn av hita á norðaru hálvu.

Álvara tos, tit dómadagsdansarar. Veðurlagsøðin er størsta spekulativa  pengamaskina hjá akademiskum granskarum nakrantíð, fleiri miljardir um árið, alt skattfíggjað.

Tíbetur hava tit veðurlagssvindlarar, hvørs aðalmál er at fáa vald til og pening burturúr at stýra heimsins orkupolitikki frameftir, sæð tykkara bestu dagar. Tit mugu finna eitt nýtt dómadagsevni enn planøkonimiska stýring av heimsins orkuútjavning við eini sosialistiskari skamtanarskipan.

Men eyðvitað smíða tit, meðan jarnið er heitt. Sosialistiska landstýrið skal tjóðartaka fiskastovnarnar saman við fiskivinnuni. Ivaleyst vil henda samgonga eisini lata tykkum skamta alla orkuna, ið føroyingar brúka. Tit leggja vertin í, um tað, onnur kalla ‘orkuarmóð’ (‘energy poverty’) av ov dýrari ‘varandi orku’, rakar fólk við lægri inntøkum.

Tíðin hjá Obama og Hillary er farin, Gud havi lov. Donald Trump hevur júst givið 35.000 kolanámsmonnum arbeiði aftur, gjørt av at byggja XL-oljuleiðingina frá kanadisku preriuni við lívgevandi skiferolju heilt niður til Meksiko-flógvan og hevur sett tær flestu umhvørvislógirnar hjá undanfarna forseta úr gildi, so gongd aftur kann koma á tann amerikanska og á heimsbúskapin.

Dansið tit bara tykkara sól-, storm-, kava- og regndans. Færri og færri fólk trúgva á gykl og geyl um tykkara heilaspunna dómadag longur.

Eingin synd hevði verið at endurgivið tvætl  hjá veðurlags-kultistum farnu 50 árini til dagin í dag. Teirra dárskapur bliknar aftur ímóti tykkara øðrvitistosi, sum verður lisið og flent at um 10, 20, ella 50 ár – tá ein nýggj ‘lítil ístíð’ kanska (vónandi ikki) er byrjað.

Óli Breckmann

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo