Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Trivnaður og trygdin skulu vera fremstu krøv hjá starvsfólkum á sjúkrahúsøkinum. Er samstarvið kollsiglt, gerst strongdin  gerandiskostur og við tí trivnaðurin. 

Tað er greitt framkomið í fjølmiðlunum í fleiri áratíggjur á Landssjúkrahúsinum og tíðindini eru accelrerað seinastu tíðina, hóast hópin av peningi er farin til íløgur.

Sigast kann tó, so løgið tað ljóðar, at sjúklingurin hevur í allarflestu førum kent seg væl, kennir seg í tryggum hondum og at systemið vanliga hevur ”koyrt” sum tað eigur.

– Í somáta kann sigast, at her ræður  ein ávís professionalisma bæði í viðgerð og í viðferð.

At seta enn fleiri pengar í fyritøkuna,  er ikki sagt, at tað er leiðin at ganga.

– Helst tvørturímóti. Her skal finnast grundleggjandi samstarv.

Tørvandi samstarv  -  høgur kostnaður
Hvat vantandi samstarvi millum tey trý sjúkrahúsini og á okkara høvuðssjúkrahúsi hevur kostað, er ongin sum nágreiniliga hevur roknað út. Talan er uttan iva um tíggjutals milliónir við øktari strongd.

Hópin av bókum eru skrivaðar um samstarv á arbeiðsplássum,  um  trivnað, um fíggjarliga kostnaðin av vantandi samstarvi og ein ørgrynna av skeiðvirksemi hevur verið gjøgnum tíðirnar, sum eg ikki ivist í, at føroyska sjúkrahúsverkið hevur verið ígjøgnum pørtum av. 

Spurningurin er nú, hevur hetta verið til onga nyttu, meðan peningurin – skatta- og avgjaldskrónurnar hvat hesum viðvíkir - bara er farin út í bláa luft. Tí, sum teir mongu serfrøðingar á økinum siga, sum hava skrivað bøkur um hetta evni og hava rikið skeiðvirksemi, so nyttar lítð at brúka pening upp á hetta, um “ongin vilji er til samstarv”. 

Tey, sum skulu samstarva, “mugu vilja tað”. Óneyðugi landskassans kostnaður er høgur!

Av og á hevur verið spurt, um hetta  er læknalig og sjúkrarøktarfrøðinga arrogansa, sum hevur hótt samstarv, tí soleiðis, sum vit hava kent stríðið á høvuðssjúkrahúsinum og millum tey trý sjúkrahúsini, so kundi  nakað,  bent á tað.

Tá ónda rásin fær fótafesti
Vit sum hava fylgt Klaksvíkar Sjúkrahúsi ígjøgnum mong ár og hava eygleitt álopini frá Landssjúkrahúsinum  hava merkt greitt, at hóast læknar vildu verða har, og sjúkrahúsið hevði stabilitet og virkaði sera væl, so lá alla tíðina niðurleggingin og lúrdi, hetta hevði sjálvsagt niðurbrótandi ávirkan á stabilitetin.

– Sentralistarnir hava verið við til at niðurbróta viðgerð á sjúkrahúsinum, hava hótt samstarvið og hava verið við til at økt um strongdina á økinum og ikki minst hjá starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hóast lítið og onki hevur verið at hoyrt um tað haðani.

– Framleiðslan hevur tó verið týðilig og áhugaverd.

Tað kostar gylt á botnlinjuni, tá samstarvið hevur rent seg upp í ein krók, sum illa slepst burturúr. Her fara bæði arbeiðsgleði og effektivitetur aftur við borðinum . Tá hendan ónda rásin fær fótafesti,  hóttir hon allan trivnaðin á arbeiðsplássinum.

– Vit hava eitt harmiligt úrslit.

Hinvegin nú rapportirnar frá Landssjúkrahúsinum hava verið um ikki dagligur kostur, so mánaðarligur í KVF,  er spurningur um hetta er fyri at trýsta meiri pening úr landskassanum, ella ein hóttan móti einum ov vánaliga stjórnaðum Landssjúkrahúsi ígjøgnum mong mong ár!

Nú KVF hevur tykst at hava fastan journalist har, kann verða spurt, hvat er  orsøkin til, at hini bæði sjúkrahúsini ikki eru eftirspurd. Kundu tey verið áhugaverd at hugt at, t.d. fyri at fingið avlastað Landssjúkrahúsið.

Fari tí at heita á KVF um at taka eitt meiri uppbyggjandi og øðrvísi prát við Klaksvíkar Sjúkrahús.

Fari helst at koma við nøkrum dømum um vantandi samstarv í eini komandi grein, sum ígjøgnum árini bæði hevur skaðað og kostað.

Jóigvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo