Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Norska oljufelagið DNO megnaði at fáa hendur á 43% av partabrøvunum í Faroe Petroleum áðrenn freistin var úti hjá upprunaliga tilboðnum. DNO roynir at fáa hendur á meirilutanum av partabrøvunum í Faroe Petroleum í eini sonevndari fíggindaligari yvirtøku. Tað vil siga, uttanum núverandi nevnd og leiðslu í felagnum.

At tað ikki eydnaðist DNO at koma á mál, hevur ikki fingið felagið at gevast við royndunum.

Tvørturímóti.

Sambært Financial Times er løtan ongantíð lagaligari enn nú, tí oljuprísurin bara lækkar samstundis sum Faroe Petroleum í seinastuni hevur havt fleiri vónbrot at vísa á í royndunum at finna olju.

DNO keypir partabrøv í fría marknaðinum, og í gjár gekk kursurin á partabrøvunum hjá Faroe Petroleum upp við 5%.

Greinarar siga við Financial Times, at tað er ósannlíkt at DNO fer at gevast á hondum, til felagið hevur fingið hendur á meirilutanum av partabrøvunum í Faroe Petroleum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo