Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Bøkur

Mikudagin 21. september kl.19.00 verður bókin "Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF", sum Hanus Samró, masterlesandi, hevur skrivað, løgd fram á søgu- og samfelagsdeildini.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kemur at greiða frá, hvønn týdning 200 fjórðinga fiskimarkið hevði fyri føroyska samfelagið, og Vilhelm Johannesen, fyrrverandi ábyrgdarstjóri á Sosialinum og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkinum (1979-1981 & 1985-1989), fer at greiða frá, hvussu fiskimarksspurningurin varð umrøddur í miðlunum.

"Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" er triðja bókin í røðini um fiskimarkið og rættindini innan hetta mark. Hanus Samró hevur frammanundan skrivað bøkurnar "Stríðið um 12 fjórðingar" og "Stríðið um makrelin - tá Føroyar slitu strandarlandaavtaluna og kravdu sín sjálvsagda rætt".

- Hendan bókin bindur hinar báðar saman. Hon snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu, tá allur heimurin stóð í stórum broytingum. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp gjøgnum 50- og 60-árini, men tað var eisini eitt annað rák, ið kveiktist á meginlandinum, sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA?

- Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman, sigur Hanus Samró, rithøvundur.

Bókin verður løgd fram mikukvøldið 21. september kl.19.00 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo