Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Bøkur

Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sum í gjár nevndi og undraðist undir orðaskifti á tingi, hví Bjarni Djurholm ikki var nevndur í nýggju bókini hjá Demokratia, ”Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018”.

Tí spurdu vit á VP um Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, hevði eina viðmerking til tað, og tað hevði hann.

Bjarni Djurholm sigur, at hóast Hans Pauli Strøm í skrivi til rithøvundarnar til bókina herfyri greiddi frá tilgongdini til Demokratia, har hann m.a. skrivaði, at Bjarni Djurholm, sum landsstýrismaður í javnstøðumálum setti fyrstu Demokratia-nevndina, so hava rithøvundarnir strikað tann partin, har Bjarni Djurholm er nevndur.

- Eisini sendi eg Kitty May Ellefsen í 2006 til New York til fyrstu CDAW "avhoyring", sigur Bjarni Djurholm.

- Hetta nevna tey í bókini, uttan tó at nevna, at tað var eg sum sendi Kitty May Ellefsen.

- Tey nevna heldur ikki navnið á Kitty May Ellefsen.

- Hetta er tað, sum verður kallað (sosialistisk) selektiv søguskriving, sigur Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, í viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo