Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Mentamálaráðið lýsir við hesum eitt eyka stuðulsumfar til barna- og ungdómsarbeiði, og lýst verður serliga eftir umsóknum, sum snúgva seg um málmenning hjá børnum.

Mentamálaráðið fær á hvørjum ári gjøgnum sp/f Ítróttarvedding 15% av veddingarpengunum at býta út til barna- og ungdómsarbeiði.

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í 2017 raðfest málmenning hjá børnum og ynskir at raðfesta málmenning í hesum eyka stuðulsumfari. Tøka játtanin er 600 tús. kr.

Freistin at søkja er 20. august 2017.

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: trýst her ella kunnu fáast við at venda sær til:

Mentamálaráðið - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn - Telefon 30 65 00 – E-postur.: mmr@mmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann