Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film.

Játtanin í hesum seinna stuðulsumfari 2017 er 557.000 kr.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

Stuðulin kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg.

Freistin at søkja er 1. september 2017.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið.

Umsóknarblað við vegleiðing er á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo ella fæst við at venda sær til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55
e-postur.: mmr@mmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann