Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Tekstlýsingar

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í 2018.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

Stuðulin kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg.

Freistin at søkja er 1. september 2018.

Játtanin á løgtingsfíggjarlógini til film í 2018 er 2,3 mió. kr. Í hesum seinna umfari eru 799.700 kr. tøkar at býta út.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo ella fæst við at venda sær til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 30 65 00
e-postur.: mmr@mmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo