Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Tekstlýsingar

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði.

Stuðulin verður umsitin við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

Stuðul til  mentanarlig tiltøk
Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg. Játtanin er kr. 1.120.000. 
 
Freistin at søkja er 20. mars 2020.
 
Stuðul til myndlistafólk
Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð. 
 
Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Játtanin er kr. 150.000. 
 
Freistin at søkja er 20. mars 2020
 
Stuðul til  barna- og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Uttanríkis- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung. 
 
Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja. 
 
Játtanin, sum er 15% av veddingarpengunum, verður kunngjørd í apríl/mai. Upphæddin hevur seinastu árini ligið um 2 mió. kr. 
 
Freistin at søkja er 15. apríl 2020.
 
GG! Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu skulu sendast til  Mentanargrunn Landsins.

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.ummr.fo ella kunnu fáast við at venda sær til: 

Uttanríkis- og mentamálaráðið Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55  e-postur.: ummr@ummr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo