Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Tekstlýsingar

Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.

Tá stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Játtanin er kr. 150.000.

Freistin at søkja er 21. mai 2019

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.mmr.fo ella kunnu fáast við at venda sær til:

Mentamálaráðið
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55
e-postur.: mmr@mmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo