Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Á aðalfundinum hjá Stuðlafelagnum ÍSB fekk næstformaðurin í Parasport Føroyar, Petur Elias Petersen, handað stuðulsgávu á kr 30.000 fyri árið 2019.

Stuðlafelagið hevur síðani í byrjanini av áttatiárunum savnað pening inn til virksemi hjá ÍSB, nú Parasport Føroyum, og er hetta ein munagóð upphædd tilsamans.

Magdalena Johannesen greiddi á aðalfundinum frá, at hóast tilgongdin til bingospølini kundi verið størri, og lutirnir dýrari, so hevur tað eydnast at halda tiltakið koyrandi nærum hvønn týsdag øll hesi árini, við yvirskoti.

Petur Elias takkaði so hjartaliga fyri stuðulin, og fingu allir bingospælararnir eitt skriv ið lýsir virksemi hjá Parasport seinasta árið, soleiðis at tey vita hvat tað er tey stuðla.

Bingospælini hjá stuðlafelagnum eru hvønn týsdag kl 18 í B36 húsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo