Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Starvsmannafelagið vil við hesum vísa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa nýggjan sáttmála.

Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um aftur at seta seg við samráðingarborðið saman við sjúkrarøktarfrøðingunum, tað er har, ið loysnin eigur at finnast.

Við fakfelagskvøðu
Starvsmannafelagið
Súni Selfoss, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo