Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Lesarin skrivar

Síðan vit seinast nevndu KVF er nógv hent. Um tað er gott ella ringt valdast ofta eyguni sum síggja, so tað fara vit at lata onnur døma um.

Vit hava av og á havt okkara meining um KVF. Og vit fara at hyggja eitt sindur nærri eftir teimum nú.

Í seinstu viku skrivaði eitt av starvsfólkunum í KVF eina sera hvassorða grein. (trýst her)

Tað er sera óvanligt at nakar í KVF sigur nakað. Men onkursvegna fæst tann fatan, at nú er bikari ikki bara fult. Nú flýtur yvur.

Tað vit fingu at vita var sera negativt um fyrrverandi tiðindaleiðaran. Og eitt annað starvsfólk bleiv nevnt við navni.

Men lat okkum fyrst fara eitt sindur aftur í tíðina. Fyrr var útvarpið ein høgt virdur stovnur. Og tað var sjálvt um tey flestu vistu hvønn politiskan lit Niels Juel og aðrir høvdu. Onkursvegna megnaðu teir at deila sól og vind líka. Og tað megnaði útvarpið eisini aftaná at Niels Juel gavst, hóast eftirmaðurin eisini hevði ávísan politiskan lit.

Hvør orsøkin til broytingina er, er trupult at siga. Men kanska tað at floksbløðini steðgaðu gjørdi at eitt vakum kom í. Kanska tað gjørdi tað møguligt, hjá tí nú nógv stórsta miðlinum at fáa ávirkan. Kanska ongin var at rópa varskó og so fór KVF út av kós uttan at nakar visti av. Tey hava jú altíð verið stýrd av fólki við á leið somu politisku áskoðan. Men tað kann eisini hugsast, at tað er onkur onnur frágreiðing. Sum oftast eru broytingar eitt úrslit av fleiri ymiskum faktorum. Men illa slepst undan at hugsa tankan at tað kanska ikki hevur hepnast væl at seta fólk í leiðandi størv.

Vit kunnu staðfesta, at KVF absolut ikki er væl dámt av øllum. Vit kunnu eisini staðfesta, at nógv fólk ikki dáma KVF. At ein undirskriftarinnsamling á netinum fær 470 fólk at skriva undir við navni uppá at tey ynskja nýggjan stjóra og nýggjan tíðindaleiðara ber boð um at okkurt ikki er eins gott og tað átti at verið. (trýst her)

Somuleiðis hevur nógvur kritikkur verið seinastu árini. Sera nógvur kritikkur. EItt sum eg havi lagt merki til seinastu árini er at Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið ofta verða siteraðar. Leiðreglur um fjølmiðlasið er reglugerð sum sigur, hvussu fjølmiðlar, bæði almennir og privatir eiga at gera. Tað sum undrar er at hesar somu leiðreglur verða sera nógv brúktar at verja seg móti kritikki av tí sum gjørt er. Men tað heilt óalmindiliga undarligt at brúka hesar reglur sum undanførsla fyri gjørd mistøk, tá ein ikki hevur brúkt reglurnar áðrenn mistakið bleiv framt. Tá er trupult at taka hetta fyri fult.

Vit vita eisini, at fleiri landsstýrisfólk í seinastu samgongu noktaðu at gera bandaða samrøðu við Kringvarpið. Grundgevingin var at tey mettu seg verða klipt soleiðis at tað tey søgdu og tað vit onnur hoyrdu tey siga ikki var tað sama.

At enda bjóðaðu tey Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra beinleiðis í studio. (rýst her)

Og tað gekk sera væl hjá táverandi fiskimálaráðharra. Ja, so væl at hann ikki slapp aftur í KVF komandi 2 árini. Ikki fyrr enn fiskivinnunýskipanin var samtykt.

At fyrrverandi fiskimálaráðharri ikki hevur verið í KVF í 2 ár, tá fiskivinnunýskipan hevur verið viðgjørd bæði ofta og leingi er undrunarsamt.

Í øllum førum verður trupult at finna nakra sakliga frágreiðing. Og tað ger so aftur at trúvirði hjá KVF lækkar.

Seinastu dagarnar í 2016 skrivar Magni Laksafoss eina grein við yvirskriftini: Hví svíkur KVF sínar public Service skyldur? (trýst her)

Og Magni Laksafoss heldur áfram: Tað er ikki í lagi, at Kringvarpið áhaldandi svíkur sínar skyldur til at upplýsa okkum føroyingum um týðandi mál, fyri einans at senda illa undirbygd “Ekstra Blað-tíðindi” út til fólk. Eitt feskt dømi er vantandi upplýsing og kjak um nýskipanina av okkara høvuðsvinnu – Fiskivinnuni.

Og víðari skrivaði Magni Laksafoss:

Dømi um illa undirbygdu Ekstra-Blað-tíðindini er, at beint fyri jólum var langt innslag í Degi og Viku, har undirritaði varð lagdur undir at hava broytt meining um uppboðssølu av fiskirættindum og at orsøkin skuldi vera, at tað at hava framt eitt arbeiði fyri Reiðarafelagið merkti, at man harvið meinti tað sama sum Reiðarafelagið.

Lat tað beinanvegin vera sagt, at tað er í fínasta lagi at Kringvarpið tekur spurningar um óheftni upp og at tað tí sjálvsagt er í fínasta lagi, at spurningar vera settir til um meiningar eru óheftnar ella um tær eru ávirkaðar av áhugabólkum.

Tað, sum tó als ikki er í lagi, er, at Kringvarpið ikki setur seg inn í hvørjar meiningar viðkomandi fólk veruliga hava og hví meiningarnar eru sum tær eru, altso hvørjar grundgevingar liggja aftanfyri meiningarnar.

Hví bleiv t.d. spurningur ikki reistur um hví fleiri búskaparfrøðingar ivast í um uppboðssøla av fiskirættindum er rætta loysnin? Hví ivast sjálvur formaðurin í nýskipanarnevndini um uppboðssøla er rætta loysnin? Hví ivast undirritaði nú um uppboðssøla er rætta loysnin, tá hann áður hevur sett uppskot fram um uppboðssølu av fiskirættindum? Hvørja loysnir síggja onnur fakfólk fyri sær? Og hvørjar grundgevingar eru fyri skipanini hjá Sambandsflokkinum?

Hetta skrivaði Magni Laksáfoss í lesarabrævi í desember 2016.

Og kritikkurin av KVF endar ikki har.

Í desember 2017 skrivar Øssur Winthereig á sínum bloggi um eina óbehagiliga hending í kringvarpinum.

(trýst her)

Øssur hevði vitjan av Hans í Líðini sum framleiður trolllemmar. Og at Hans í Líðini var sloppin framat at siga sína hugsan um fiskivinnu var absolut ikki væl dámt.

Øssur skrivar: At hetta sjónarmiðið var sloppið framat, førdi við sær, at ein journalistur kom í øðini til mín og segði: Tú oyðileggur allan fiskivinnudiskursin hjá okkum.

Hetta gjørdi Øssur sera kløkkan. At onkur hevði onkra skipaða ætlan, sum eg eftir øllum at døma hevði verið óvitandi um. Ja, ikki hevði eg væntað, at eg skuldi skriva hetta alment, men tað skakaði meg.

Út frá hesum dømum. Tað við Jacob Vestergaard, lesarabrævinum hjá Magna Laksáfoss og blogguni hjá Øssur Winthereig sæst, at orsøk er at halda at okkurt er galið.

Tá eg harumframt havi fingið at vita frá rættuliga nógvum gestum, at teir meta seg verða kliptan til og okkurt annað eisini, so verður mistankin enn størri.

Tá Eyðun Hansen í Vestmanna, sum er ein skilamaður, ikki kann sleppa í KVF at greiða frá sínum sjónarmiðum, hvat kann tá verða grundgevingin. (samb. tlf. samrøðu)

Sjálvur havi eg eisini roynt at sleppa á fund við KVF fyri at greiða teimum - ikki lurtarunum - frá, hví útrokningin av tilfeingisrentuni hjá búskaparráðnum er skeiv. Men enn eri eg ikki sloppin.

Kann skoyta uppí at har var als eingin áhugi.

Men eftir at hava hølvað fyribils tíðindaleiðaran av og verið rættuliga óhøfligur, so óhøfligur, at eg at enda fekk játtað, at eg skuldi sleppa at tosa við onkran. Men enn havi eg fingið líka nógv avboð sum fundarboð. (umvegis Facebook)

Eg havi spurt KVF og Stýrið og Landsstýriskvinnuna um viðmerkingar, men landsstýriskvinnan hevur onga viðmerking. Stýrisformaðurin vísur á, at KVF-stýrið sambært reglunum bara hevur at gera við stjóran og vísur til stjóran.

Stjórin svaraði uppá spurningin um KVF hevur ein diskurs. Svarið var soljóðandi:

Stutta svarið er noy.

Um spurningin hjá tær, um hvørt KVF hevur ein avtalaðan diskurs um føroyska fiskivinnu í sínum tíðindaflutningi. Nei tað hevur KvF ikki.

Ein skjót leiting á KVF prógvar pástandin og skúgvar ein og hvønn iva til viks. KVF hevur viðgjørt fiskivinnuna og fiskivinnunýskipanina úr øllum endum og kantum í útvarpinum, sjónvarpinum og á kvf.fo seinastu árini í hundratals innsløgum, greinum og sendingum. Flest allar liggja til skjals á kvf.fo sum ein og hvør kann síggja.

Tíðindaflutningurin hjá KVF tekur støði í faktuellu umstøðunum, ikki einari fjaldari dagsskrá ella einum ávísum politiskum diskursi.

Um viðmerking til, at hvat tvey fólk tosa um sína millum á gongini í KVF er teirra millum privat og ikki ein spurningur fyri leiðsluna at viðgera.

Til hetta svaraði eg stjóranum:

Hey Kári

At KVF IKKI hevur ein diskurs er ein sjálvfylgja og tað vita vit.

Men fyri tað kunnu starvsfólk hava ein diskurs. Tað tú vísur á við innsløgum, er ikki dokumentatión fyri at ongin diskursur er yvirhøvur. Rættuliga breið semja er á vinnusíðuni um at KVF hevur lýst fiskivinnuna frá einari síðu. Ávís sjónarmið er heilt greitt ikki sloppin fram at.

T.d. hevur fyrrverðandi fiskimálaráðharrin ikki verið í KVF síðan september 2015 og fram til endan av 2017. Og vit kundu hildi áfram.

Somuleiðis kann eg sum veit eina mest um fiskivinnu í Føroyum yvirhøvur (kanska reyp men eisini sannheit) lættliga gera eina niðurstøðu sum sigur, at dekningurin í KVF av fiskivinnuni var langt frá rættvísur. Tað ber eisini til at siga at dekningurin var manipulerandi, um tað so var orsaka av manglandi vitan ella at evnið er trupult ella møguliga tað var ein óoffisiellur diskursur.

Alt hetta tíður uppá, at tað er orsøk at ivast. Tað kan avgjørt ikki útilukkast at ein diskursur er. Sjálvandi er hann so óoffisiellur.

Havi fyrr biðið Liljuna/Heina luttikið í Metis um dekning hjá KVF av fiskivinnuni. Liljan svaraði nei. Tað minkar ikki um ivan.

Men takk fyri at tú svarar.

Har endaði teldupost-samskifti við fyribilsstjóran í KVF.

Eg kann skoyta uppí, at tað var 1. november 2017 at eg spurdi Liljuna Weihe og Heina Gaard um KVF kundi luttaka. Eg spurdi: Veit ikki hvønn eg skal spyrja, men sendi soleiðis:

Havi fyrr spurt um at sleppa í KVf at greiða frá um sama. Havi onki hoyrt aftur og tað væntaði eg heldur ikki.

Komandi týsdag í sendingini Metis ætli eg at viðgerða dekningin hjá KVF av fiskivinnuni og serliga tilfeingisgjald á 1 milliard og manglandi dokumentatión fyri sama.

Ber til hjá onkrum at luttaka vegna KVF?

Sjálvandi fáa tit meira at vita, um júst hvussu.

Men svarið eg fekk 6. november var: Vit, Kringvarp Føroya, eru ikki partur av málinum - og fara tí heldur ikki at luttaka í kjaki um fiskivinnunýskipanina.

Niðurstøðan er, at antin skiltu tey ikki einfalda spurningin, ella tosaðu tey uttanum við vilja.

Alt samskifti við KVF er umvegis teldupost uttan fundarboð og avlýsing í samband við tilfeingisrentuni, sum er umvegis Facebook.

Og so koma vit aftur til byrjanina.

Í seinastu viku skrivar eitt av starvsfólkunum sína erligu meingin um støðuna í KVF. M.a. skrivar starvsfólkið: Persónliga varnaðist eg, hvussu vandamikil støðan var á Aktueltdeildini, tá eg upplivdi, at kritikkur av ávísum framleiðslum var bannaður. Hvussu so fakliga relevantur kritikkurin kundi vera, - spurnartekn við keldustýring, við vinkling, tendensiøsan grafikk, manglandi alternativ sjónarmið í mun til vald narrativ o.s.fr. -, ja, so varð kritikkur móttikin sum ein deyðssynd av tíðindaleiðsluni. Og slíkar verða hevndar.

Hetta er skrivað aftaná at eg fekk svar frá fyribilsstjóranum uppá fyrispurningin um tað sum Øssur Winthereig skrivaði.

Men tað er púra greitt, at sendingarnar um fiskivinnu eru gjørdar av júst sama persóni og sama tíðindaleiðara.

Tað er orsøk at halda at talan er um ein duldan diskurs.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá Øssur Winthereig hvør persónurin var sum tosaði um diskursin í KVF.

Og tað skal verða óalmindiliga undarligt um tað ikki er ein av teimum, sum eru í parti við fyrrverandi tíðindaleiðaranum ella kanska tiðindaleiðarin sjálvur.

Eivind Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo