Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar og FSF: Sunnudagin 29. september skipa Parasport og FSF fyri stuttligum fótbóltstiltaki til fólk við menningartarni á Tórsvølli.

Tiltakið verður skipað sum kapping har roynd og óroynd sleppa at spæla.

Eisini verður møgulleiki at royna ymisk spøl við bólti.

Byrjað verður við kapping fyri børn/ung í aldrinum 8-15 ár kl 13.30

Frá kl 1430 verður tiltakið fyri tey ið eru eldri enn 15 ár.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin at royna seg, og luttakararnir fáa eina lekkra t-shirt og ein bólt heimaftur við sær.

Tiltakið er inkluderandi, so fyriskipararnir vóna at eisini vinir/kenningar/systkin alla onnur familja eisini koma við tí við menningartarni at royna seg.

Áhugað kunnu vitja www.parasport.fo fyri meir kunning ogat melda til tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo