Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Búnaðargrunnurin: Hetta verður gjørt á tann hátt, at úr teimum verandi 10 kr./m² verður stuðulin hækkaður til ávikavist 12 kr./m² ella 15 kr./m², alt eftir hvør loysn verður vald viðvíkjandi veitum.  Hetta skal skiljast soleiðis, at har velt verður við opnum veitum verður stuðulin 12 kr. fyri hvønn fermetur av lidnum bøi.  Um hinvegin verður velt við afturlatnum veitum verða latnar 15 kr./m² í stuðli.

Í báðum førum er galdandi, at stuðulin til vegir í hesum sambandi framhaldandi verður 300 kr./m.  Hetta er tó galdandi við teirri fyritreyt, at tilfarið til vegirnar fæst úr velta lendinum.  Um tørvur er á at útvega tilfar afturat kann stuðulin tó hækka til í mesta lagi 500 kr./m.

Somuleiðis varð avgjørt at seta eitt veltitoymi at hava eftirlit við veltingini, soleiðis at til ber at góðskutryggja arbeiðið so væl sum gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo