Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Politikkur

Jóhan Christiansen, Borgarstjóri í Eysturkommunu og Poul Michelsen, landsstýrismaður

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur tilnevnt stýrið fyri nýggju tónleikaútflutningsstovuna. Í stýrinum eru Gissur Patursson, sum verður fomaður, Mikael Blak, Fróði Stenberg og Unn Patursson.

Eysturkommuna bjóðaði seg tíðliga fram at hýsa tónleikaútflutningsstovuni, fyri á henda hátt at styrkja altjóðavenda tónleikaumhvørvið, sum er ment í Syðrugøtu.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at taka av tilboðnum at staðseta útflutningsstovuna í Valhøll í Syðrugøtu, har sum G! festivalurin eisini hevur heimstað.

- Eg ivist ikki í, at tað fer at gagna øllum føroyskum tónleikaútflutningi, at útflutningsstovan fær heimstað í einum livandi umhvørvi, sum í mong ár hevur virkað fyri at skapa altjóða áhuga fyri føroyskum tónleiki, sigur Poul Michelsen.

Tónleikaútflutningsstovan, á enskum Faroe Music Export (FMX), skal virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna í tøttum samstarvi við tónleikafyritøkur, tónleikarar og vinnugreinafeløg.

Tónleikaútflutningsstovan er partur av føroysku vinnuframaskipanini og - eins og við Filmshúsinum - fer Vinnuframi at veita hjálp við bæði bókhaldi og fyrisiting.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo