Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Stovnandi aðalfundur hjá styrkifelagnum var í ÍSF-húsinum leygardagin 7. september kl 14:30, har øll vóru vælkomin.

Styrkifelag Føroya verður karmur um ítróttir, sum hava við kraft og styrki at gera. Talan er um olympiska vektlyfting, kettlebell-ítróttin, powerlyfting, strongman-ítróttin og CrossFit. Aðrar ítróttargreinir kunnu eisini vera við.

Endamálið við felagnum er at stuðla hesum ítróttargreinum fram á leið. Millum annað verður verður skipað fyri almennum føroyameistarakappingum, og almennir metlistar skulu haldast. Umráðandi er eisini at skipa fyri góðum venjingarumstøðum og at menna venjaraførleikar í Føroyum.

Felagið verður skipað undir ÍSF, og næsta stig verður at stovnað eitt menningarsamband hjá ÍSF, sum verður karmur um hetta felagið og onnur feløg í framtíðini. Tætt samstarv verður við norðurlendskar styrkifelagskapir, ikki minst við ”Dansk Vægtløftings-Forbund” og danska landsliðsvenjaran Frank Petersen, sum dagliga virkar í felagnum AK Atlas. Í sambandi við stovnanina var skeið í olympiskari vektlyfting, sum Frank Petersen stóð fyri, hildið í Tvørmegi.

Formaður í nýggja felagnum er Heini Hátún, og næstformaður Eyðun Mortensen.

Undirtøkan  á skeiði og aðalfundi var góð, og tað var gott at staðfesta, at breiður áhugi tykist at vera í Føroyum fyri styrkiítróttum. Tó vóru kvinnur ikki nóg væl umboðaðar henda dagin. Frameftir royna vit at fáa fleiri kvinnur við í felagið. Stór luttøka er hjá kvinnum annars í styrkiítrótti, eitt nú í Íslandi, sum hevur fleiri av heimsins fremstu kvinnum innan CrossFit. Danskar kvinnur standa seg eisini væl altjóða innan olympiska vektlyfting.

Umboðanin í nevndini er annars breið, limir eru frá fleiri venjingarmiðstøðum og ymsum økjum í Føroyum.
 
Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo