At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2019 er 1,0 mió. kr., sum er 0,2 mio. kr. hægri enn fyrra hálvár 2018.

Útlánini eru hækkaði við 3,8% - úr 566 mio.kr. fyrra hálvár 2018 til 588 mio. kr. fyrra hálvár 2019.

Hækkingin stavar í stóran mun frá tryggum útlánum til kommunur.

Innlánini lækkaðu í sama tíðarskeiði við 0,1% - úr 733 mió. kr. til 728 mió. kr. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 16,1% og solvenstørvurin er 9,6%.

Solvensurin er soleiðis 6,5% stig hægri enn solvenstørvurin.

Suðuroyar Sparikassi hevur ein yvirdekning í gjaldførinum á 125% og eitt LCR á 582%.

Hetta er ein framhaldandi liður í at optimera gjaldføri og kapitalbygnaðin í Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi er sum heild nøgdur við gongdina higartil í 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo