Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Suðuroyar Sparikassi: Suðuroyar Sparikassi og Ljósið hava gjørt eina tvey ára stuðulsavtalu.

- Fyri okkum merkir tað nógv, at hava góðar samstarvspartar í vinnulívinum. Stuðulin ger stóran mun í einum felagi sum okkara, sigur Gunnvá Gray, forkvinna í Fimleikafelagnum Ljósið.

Eisini Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa gleðist um avtaluna.

- Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin um aftaluna við Fimleikafelagið Ljósið, sigur hann, og leggur afturat, at orsøkirnar til samstarvið millum annað eru, at Ljósið er eitt virkið felag við nógvum íðkarum í øllum aldri, og ger eitt megnar arbeiði, sum gagnar børnum og ungdómi – okkara framtíð.

Samstundis verður Suðuroyar Sparikassi enn meira sjónligur í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo