Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Setast skal á at bora Suðuroyartunnilin í 2023, so skjótt sum liðugt er at bora Sandoyartunnilin.

Til ta tíð er Smyril meira enn 15 ára gamal, og einki er meira sjálvsagt, enn at vit binda allar Føroyar saman í einum og sama veganeti, heldur enn at hugsa um nýtt skip.

Havi nú sett skjøtil á arbeiðið, so klárt er at seta á stovn partafelag at standa fyri Suðuroyartunlinum, so skjótt sum tingið hevur viðgjørt og samtykt málið.

Suðuroyartunnilin kemur at gera Føroyar størri og at javnseta ferðing hjá øllum føroyingum.

Heðin Mortensen
Ja, til Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo