Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Í miðlunum í dag sæst, og hoyrist, at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, á fundi við Strandferðsluna, hevur gjørt avtalu um at hækka ferðaseðlaprisirnar á Nólsoyarleiðini við 10 kr. og á Suðuroyarleiðini við 5 kr.

Tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 varð samtykt, vórðu, fyri fyrstu ferð, settar 2 mill. kr. av til at lækka ferðaseðlaprísirnar hjá teimum, ið eru fastbúgvandi á oyggjunum uttan fast samband við meginøkið, m.a. Suðuroynni. Tí tykist tað løgið, at ferðaseðlaprisirnir nú skulu hækkast á tveimum leiðum.

Tað at landsstýrismaðurin keypir skip og setur nýtt fólk at sigla millum oyggjarnar mitt í fíggjarárinum, fyri góðar 2 mill kr, uttan nakra játtan, skal ikki fíggjast við at hækka ferðaseðlaprísirnar á ávísum leiðum.

Vit eru samdur i at eykagjaldið, umframt havnagjaldið, ið verður kraft inn fyri hvørt einstakt ferðafólk, sum fer um Tórshavnar Havn, er burturvið, men tað má takast upp við Tórshavnar kommunu.

Vit vilja gera vart við, at vit undir ongum umstøðum taka undir við at figgja nýtt virksemi hjá Strandferðsluni, við at hækka ferðaseðlaprísirnar á Nólsoyar- og Suðuroyarleiðini.
 
Henrik Old & Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo