Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Mynd: Ólavur Frederiksen

- Í sambandi við almennu umrøðuna um, at eingin olja í løtuni verður flutt til Suðuroyar, skulu suðuroyingar ikki stúra, sigur stjórin í Effo, Janus Thomsen.

- Nokk av olju er til í oynni. Tó so, um støðan ikki broytist innan fleiri dagar, verður tørvur á at flyta diesel suður um fjørð.

- Støðan er tann, at Effo hevur stórar goymslur av gassolju og bensini á Drelnesi. Nokk er til av gassolju, ið m.a. húsarhald og skip nýta, og nokk er til av bensini. Hesir oljuúrdráttir verða javnan beinleiðis fluttir við skipi frá útlondum til goymsluna á Drelnesi.

- Tó er eingin størri goymsla av diesel í oynni, men einans goymslurnar á støðunum kring oynna. Støðan er ikki hættislig enn, men um diesel ikki verður flutt suður um fjørðin í fleiri dagar, kann tað skapa avbjóðingar.

- Arbeitt verður við málinum og ein loysn tykist at vera í eygsjón, so alt tíðir uppá at málið verður loyst í góðari tíð, sigur stjórin í Effo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo