Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Strandfaraskip Landsins hava selt eitt av skipum sínum, nevniliga Súluna, sum í mong ár røkti Mykinesleiðina.

Tey seinastu árini hevur hon mest ligið og onkuntíð verið brúkt sum avloysaraskip, men hon hevði ongantíð nakran serligan tokka ímillum ferðafólk, tí komforturin var ikki reiðiliga tann sum tíðin krevur.

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá SSL, upplýsir fyri VP, at Súlan varð seld fyri 200.000 krónur. Eitt felag í Leirvík hevur keypt hana, og ætlanin er sum skilst millum annað at fiska brisling við henni.

- Alment útboð var fyri tveimum árum síðani, og tá kom tað vit kunna kalla hálvtannað boð uppá skipið. Tann eini sum bjóðaði meinti tað í álvara, og tað var hann sum nú fór við skipinum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

Hann dugir ikki heilt at siga, hví tvey ár gingu frá tí at Súlan varð boðin út alment til sølu, og til skipið nú endaliga var avhendað í farnu viku.

Súlan er bygd í 1986.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo