Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Jóhan Jógvansson, bóndi á Dúvugørðum.

Jóhan Jógvansson, festibóndi á Dúvugørðum í Saksun, var alt annað enn fegin um ætlanirnar hjá partafelagnum Svartá undir stovnan at byggja 10 summarhús í Saksun - á jørð sum hoyrdi til hansara festi.

Tað sæst í svarinum hjá honum uppá hoyringsskrivið frá Búnaðarstovuni, og sum VP hevur fingið innlit í.

Sunda Kommuna heitti á Búnaðarstovuna at selja sær jørðina burturav festinum, knappliga 4.500 fermetrar til støddar. Longu í november 2018 varð samtykt at jørðin skuldi seljast víðari til partafelagið Svartá undir stovnan. Men tað skuldi gerast uttan at hon fyrst varð boðin út alment.

Jóhan Jógvansson sigur í sínum hoyringssvari millum annað, at vinnulig summarhúsbygging á festinum kann verða ein inntøkukelda fyri festið.

- Tí eigur festið at vera høvuðspartur í eini slíkari verkætlan, sigur hann og vísir á, at fara onnur undir eina slíka ætlan, so minkar tað um møguleikarnar hjá festinum, sigur Jóhan Jógvansson.

- Økið er eftir áheitan frá okkum lagt av til bústaðarøki, tí at vit ynskja skipaða summarhúsbygging í bygdini. Fólk við tilknýti skulu ikki vera fullkomuliga skerd frá møguleikanum at fáa sær hús til at røkja tilknýtið. Men hetta var ongantíð ætlað at lata til aðrar fyritøkur at gera vinnuligt brúk av okkara vinnulendi.

Bóndin sigur eisini, at avtala er longu gjørd við fólk, sum hevur tætt tilknýti til bygdina, og sum er partur av fjallmanningini, at lata tey ogna sær eitt stykki á staðnum.

Búnaðarstovan sendir festaranum í Dúvugørðum hoyringsskriv 8. apríl 2019 og fær hansara svarskriv longu seinni sama dag. Búnaðarstovan sendir skrivið víðari til Sunda Kommununu dagin eftir, so hon kann gera sínar viðmerkingar.

19. august rykkir Búnaðarstovan eftir viðmerkingunum frá kommununi, sum svarar tveir dagar seinni.

Í viðmerkingunum sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri, millum annað, at kommunan ikki metir seg kunna forða fyri meira bygging í bygdini, um umsóknirnar annars lúka galdandi krøv innanfyri byggisamtykt og aðra lóggávu.

- Kommunan er ikki áður kunnað um ítøkiliga verkætlan hjá festaranum um summharhúsbygging í umsøkta økinum, stendur eisini í viðmerkingunum frá borgarstjóranum.

Sama dag sendir kommunan náttúrufriðingarnevndini í Streymoyar sýslu umsókn um loyvi at byggja.

Les eisini: Barbara Holm hevur onga viðmerking

Les eisini: Sunda kommuna valdi at síggja burtur frá tilmæli frá løgfrøðingi

Les eisini: Bóndi í Saksun kærir ætlan um at byggja summarhús í bygdini

Les eisini: Festari kært ætlan hjá tíðindakvinnu um at byggja summarhús

Økið har partafelagið Svartá undir stovnan vil byggja 10 summarhús.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo