Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

RSF: Leygardagin 17. juni verður annar FM róðurin rógvin í Hósvík. Tilmeldaðir til stevnuna eru 74 bátar, og tað er at fegnast um. Hesuferð verður ikki róð í riðlum, tí rúm er fyri øllum.

Sum nakað nýtt hevur Hósvíkar Róðrarfelag gjørt sær tann ómak at flyta málteinin tættari landi eins og meira vinkulrætt Streymoyarlandinum. Tað jaliga við hesum er, at viðhaldsfólk og onnur róðraráhugað fara at kunna fylgja betur við róðrinum.

RSF hevur valt at endurskoða tíðina til upphiting hjá ymsu manningunum. Miðað verður eftir at tillaga tíðirnar, tá flaggið fer upp, soleiðis at manningarnar fáa 20-30 minuttir til upphiting. 

Sí startrøð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo