Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú havnin á Sundi verður bygd út, hevur Tórshavnar kommuna tikið hædd fyri Sundsá og ósanum inni á Sundi. Vit hava í eina tíð fyrireikað at flyta útfyllingina eystureftir og gera ein grønan geira millum verandi havnarlag og útfyllingina. Sundsá verður varðveitt, og ein farleið verður gjørd millum eldru og nýggju havnina.

Vit hava arbeitt við hesi ætlan seinastu tíðina, og ætlanin tryggjar, at eitt op verður millum verandi grótkast á eystursíðuni og nýggju havnina. Vit gera eitt nýtt grótkast eystan fyri ánna, og soleiðis verður áin varðveitt, og ósin verður fríur.

Umframt vinnuliga virksemið, sum verður á nýggju havnini, letur grøni geirin við ánni og ósanum eisini upp fyri nýggjum møguleikum, tí hetta økið kann eisini verða brúkt til frítíðarendamál, tá ið útbyggingin er liðug.

Eftir ætlan verður fyrsta grótið flutt inn á Sund í september í ár, og tá verður farið undir at fylla út eystan fyri Sundsá og ósan. Væntandi verða 40-50.000 fermetrar lagdir aftrat havnarøkinum inni á Sundi, tá ið arbeiðið er liðugt eftir ætlan í 2020.

Fari at ynskja øllum pørtum bestu eydnu við arbeiðinum.

Bogi Andreasen
Formaður í Vinnunevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo