Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Súni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg úr starvi. Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, takkar Súna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu árini.

- Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vilja ynskja honum alt tað besta framyvir.

Súni Schwartz Jacobsen ásannar, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri Samtaki í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við.

- Eg havi havt eina góða tíð og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar í Betri samtakinum. Eg takki fyri tíðina og ynski leiðslu og starvsfólkum alt tað besta á leiðini framyvir, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Ein fyribils stjóri verður skjótast møguligt settur í Betri P/F og ein í Betri Banka P/F.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo