Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Politikkur

Eysturoyar Javnaðarfelag hevur fingið nýggja nevnd við Sunnevu Mohr sum forkvinnu og Maritu Klein Joensen sum næstforkvinnu. Ætlanin er at arbeiða fyri at fáa fleiri virknar limir og at finna góð valevni í Eysturoynni.

Eysturoyar Javnaðarfelag hevði í gjárkvøldið aðalfund í Gøtu Arbeiðarafelag við Gøtugjógv. Eliseus Ólason Johannessen, sum hevur sitið í nevndini í nógv ár og seinastu árini sum formaður, valdi at takka fyri seg á hesum sinni. Nýggj forkvinna er Sunneva Mohr og Marita Klein Joensen varð vald næstforkvinna.

- Sum nývald forkvinna í felagnum fari eg, saman við hinum í nevndini, at gera mítt fyri at fáa fleiri virknar limir í Eysturoynni. Í løtuni hava vit ongan løgtingslim úr Eysturoynni, og tí ætla vit okkum eisini arbeiða fyri at finna fleiri góð valevni til komandi løgtingsval, sigur Sunneva Mohr.

Nýggj í nevndini er Marita Klein Joensen og restin av nevndini helt fram. Hini í nevndini eru Eyðun Johannesen, Eyðun Rasmussen, Regin Strømsten (vantar á myndini), Artur Johansen, Michael Pattingson, Hans Mourits Foldbo, Sigga Óladóttir á Grønutúgvu og varafólk eru Andreas Petersen og Heini S. Kristiansen (vantar á myndini).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo