Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

At fylgja fótbóltsliðnum tær dámar best gevur líka nógva mosjón sum at ganga ein túr í hálvan annan tíma.

Tað vísur kanning á Leeds Universiteti.

Sostatt er tað gott fyri heilsuna at fylgja sínum fótbóltsliði.

25 fjeppar í aldrinum 20 til 62 vóru við í kanningini, har teir skuldu kannast í sambandi við tríggjar av bestu dystirnar hjá Leeds.

- Tað gjørdist greitt, at fjepparnir eru passioneraðir viðvíkjandi sínum liði.

- Eitt mál ávirkaði hjartaslátturin við umleið 20 sløgum um minuttirn, sigur Andrea Utley lækni sambært Daily Mail.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo