Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Svanur, sum er eitt ítróttarfelag fyri fólk við brekið í Eysturoy, hevur tey seinastu seks árini skipað fyri einari cupkapping í boccia, í ár kallað Svana-cup. Henda kappingin verður í Løkshøll í Runavík leygardagin 31. oktober kl. 11.00.

Kappast verður í boccia fyri rørðslu- og menningartarnað. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við í uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar í Boccia í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Í fjør valdu vit, sum nakað nýtt, at hava eina kapping fyri áskoðararnar eisini, har tey, sum annars kappaðust, løgdu lag á. Hetta var sera spennandi og skemtingarsamt bæði fyri brúkarar og áskoðarar.

So á skránni í ár vera fýra kappingar:

1.    Kvinnur við menningartarni
2.    Menn við menningartarni
3.    Kvinnur og menn við rørðslutarni
4.    Áskoðarar

Tórbjørn Jacobsen býráðslimur í Runavíkar kommunu fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Sí eisini kunning á heimasíðuni hjá Svani www.svanur.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo