Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

MYND: KVF

Løgtingslimurin Kaj Leo Holm Johannesen verður í dag endurgivin bæði í Vágaportalinum og Norðlýsinum fyri á Facebook-vanga sínum at leggja Almannamálaráðið undir at koma við “groft manipulerandi” ósannindum um almennu pensjónina hjá fólkapensjónistum í árunum 2015-19.

Vit í Almannamálaráðnum verða harumframt hartað fyri at “lata okkum brúka til sovorðið politiskt spinn”, sum tikið verður til.

Fyri at almenningurin ikki skal ivast í, at vit í Almannamálaráðnum gera, hvat vit eru ment fyri samvitskufult at upplýsa øll mál, ið vit varða av, havi eg í hesum førinum valt at svara hesum uppáhaldi.

Tá vit gera yvirlit yvir inntøkur áðrenn og eftir skatt og gjøld hjá ymsu viðskiftafólkunum, sum fáa veitingar sambært almannalóggávuni, tá taka vit altíð skatt og øll tvungin gjøld við. Tað vil siga øll gjøld, sum TAKS dregur frá, áðrenn móttakarin fær sína veiting. Tað er ein meginregla, sum vit her í Almannamálaráðnum hava brúkt, so leingi eg kann minnast.

Tá kringvarpsgjaldið bleiv tvungið og tikið av sjálvvirkandi í 2016, tá tóku vit tað við í yvirlitini. Tað sama gjørdu vit, tá ein av undanfarnu samgongum tók av sjúkrakassarnar og setti í verk heilsutrygdargjaldið, sum verður tikið sjálvvirkandi av øllum inntøkum og almannaveitingum. 

Í sambandi við lm. 11/2018 (um at hækka grundupphæddina hjá fólkapensjónistum) spurdi Trivnaðarnevndin okkum, hvat ein fólkapensjónistur hevur eftir aftaná skatt og gjøld í 2019 samanborið við 2015. Fyri at svara rætt, máttu vit taka støðu til, um kringvarpsgjaldið skuldi takast við ella ikki.

Avbjóðingin var, at kringvarpsgjaldið fyrst frá 2016 hevur verið eitt tvungið gjald, sum verður trekt beinleiðis av TAKS, og tað var tað ikki á sama hátt í 2015.

Vit valdu tó at taka kvf-gjaldið við, heldur enn at lata vera, tí tað gav eina rættari mynd av pensjónini aftaná skatt og avgjøld.

Men tað er rætt, at vit kundu havt skrivað eina viðmerking undir talvuni við kunning um, at kringvarpsjaldið í 2015 ikki varð tikið av pensjónini sjálvvirkandi, men skuldi gjaldast eftir rokning.

At tað skal gera Almannamálaráðið til grovt manipulerandi, meti eg ikki er rætt – vit hava heldur ikki roynt at fjala tað. Tað sæst av yvirlitinum sum eitt sjálvstøðugt gjald.

Og høvdu vit í ráðnum verið so altrá at pynta uppá tølini hjá sitandi samgongu, so høvdu vit neyvan víst tær 350 kr um mánaðin í yvirlitinum, sum fólkapensjónin hækkaði við síðsta hálvár av 2015 undir táverandi samgongu – av yvirlitinum kann mann fáa ta fatan, at tað var galdandi alt árið.

Skjalið sæst her: https://logting.fo/files/casestate/25511/011.18%20Skjal%20A.pdf

Eyðun Mohr Hansen
aðalstjóri
Almannamálaráðið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo