Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Góði Jógvan Philbrow.

Havi sitið og lisið títt seinasta lesarabræv. Og eg havi eisini lisið granskingina hjá Nobelvirðislønta búskaparfrøðinginum James J. Heckman. Hetta hóast Hjálparfólkafelagið ikki var vitandi um ráðstevnuna hjá kommunufelagnum.

Kanska vit áttu at verið boðin við næstu ferð.

Eg haldi sum tú, granskingina hjá James vera serstakliga áhugaverda. Og eiga sum samfelag, at miða ímóti at hjálpa har hjálpin gerð mest samfelagsnyttu.

Men eg má líka viðmerkja, at tú ikki heilt skilur boðskapin hjá James. Hann sipar ikki til øll børn, men til børn úr útsettum ella útfordraðum familijum. Og ikki sum tú sigur, ”vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið.”

Hann vísir á, at um vit í 0 til 5 ára aldur hjálpa hesun børnum, sum eru úr útsettum ella útfordraðum familijum, hevur tað stóra samfelagsgagnliga ávirkan. Í USA er hetta virði 13 % av hvørjum dollara investera í einstaka barnið. Hesu 13 % eru sæð ímun til útreiðslur hjá tí almenna seinri í lívinum hjá barninum, og tann meir produktivitet barnið gevur samfelagnum sum vaksi. Og ikki sum tú sigur ”Í stuttum sigur hann, at fyri hvørja dollara-íløgu tú ger í eitt góðsku-tilboð til smábørn undir 5 ár aldur, so fær tú 13 dollarar aftur. Ein óhoyrd góð samfelagslig íløga í framtíðina hjá okkum øllum.”

Tað verður serliga víst til fatanarligu evnini og karakterin hjá barninum, sum umráðandi evnir at styrkja. Men aftur, hetta er børn ið liva í útsettum og útfordraðum familjum.

Tú sóknast eftir góðsku á tí námsfrøðiliga arbeiðinum. Eg haldi tú átti at útgreina nærri hvat tú meinar her. Er tað góðskan hjá námsfrøðinginum tú setur spurnartekin við, ella er tað góðskan hjá hjálparfólkinum tú heldur er ikki nøktandi. Ella meinar tú tað sum yvirorðna fyri stovnarnir, sum eina eind.

Persónliga kenni eg meg ikki aftur í hasum. Havi arbeitt undir leiðlsu av nógvun námsfrøðingum gjøgnum ár og dag. Sjálvandi dugir onkur betri enn annar, men sum heild haldi eg støði er høgt. Og havi altíð fingið holla vegleiðing. Eisini havi eg arbeitt saman vit hópin av hjálparfólkum. Felags fyri flestu teirra er, at tey tíma og vilja arbeiða við børnum. Og við námsfrøðiligari vegleiðing, gera tey øll eitt sera gott arbeiðið.

Einig í, at vit mugu tora at seta spurningar. Og í, at um vit sum samfelag støðugt vilja menna okkum mugu vit gera røttu íløgurnar.

Spurningurin er kanska um rætta íløgan er 400 námsfrøðingar?

Hjálparfólkafelagið
Maj-Britt Jacobsen, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo