Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nei Pauli. Standi við hvørt orð, skrivað var.

Tú skapti slíkt offarni og øsing, tá tú á løgtingsins røðarapalli kunngjørdi, at tú vildi atkvøða ímóti landsins lógum.

Tí er tað ein vánalig, óbrúkulig umbering, at koma við. At tú hevur smoykt tær til Íslands, tá atkvøðast skuldi.

Tú hevur varamann í Norðurlandaráðnum og partamaður tin stýrir tingarbeiðnum, so tit kundu, um viljin var har, lagt atkvøðugreiðsluna so til rættis, at tú vart á staðnum.

Í mínari verð, er alt annað undanstøkking.

Njót nú restina av túrinum, tú hevur upp á “landsins besta”. Og royn at minnast til: Eitt orð er eitt orð, ein maður er ein maður.

Alt tað besta
 
Absalon í Buð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo