Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Merkisdagar

Mikudagin 29. mai fingu 26 sveinar prógv á TSK, tekniska skúlanum í Klaksvík, í el- maskin- og timburfakinum.

Tað, sum er so serligt hesaferð er, at tvær kvinnur fingu prógv í timburyrkinum.

Nógv fólk komu til hátíðarløtuna, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, Hanna Jensen, helt røðu.

Maskin: Frá vinstu Bergur Elias Jacobsen, Norðagøta, í læru hjá Mest, Kári Højgaard Joensen, Klaksvík, í læru hjá Pomek, Sofus Johannesen, Toftir, í læru hjá Mest, Dávid Kjeld, Fuglafjørður, í læru hjá Petur Larsen, Hjalmar Tausen, Saltangará, í læru hjá Mekanik, Tóri Tráðará, Fuglafjørður, í læru hjá KJ, Uni Klein, Fuglafjørður, í læru hjá KJ og Daniel Friang Obradovic, Fuglafjørður, í læru hjá KJ.

EL: Frá vinstru Eyðtór á Dalbø Gregersen, Fuglafjørður, í læru hjá JT Electric, Árni Petersen, Klaksvík, í læru hjá El-Service, Jógvan Eli Fagraklett, Norðragøta, í læru hjá Elcon, Ingvar Hansen, Rituvík, í læru hjá Elcon, Jóhannes Skibenæs Nielsen, Skipanes, í læru hjá LM Electric, Ari Højgaard, Fuglafjørður, í læru hjá JT Electric, Meinhard Mikkelsen, Glyvrar, í læru hjá Elektrikarin, Dávur Syderbø, Húsar, í læru hjá RVtøkni og Símin í Norðnastovu, Mikladalur, eisini í læru hjá RVtøkni.

Timbur: Jákup Højgaard, Runavík, í læru hjá Byggivirkinum KBH, Jegvan Øre, Syðrugøta, í læru hjá TN Bygging, Birgir Knudsen, Glyvrar, í læru hjá TN Bygging, Kristian Joensen, Glyvrar, í læru hjá Articon, Høgni Feilberg Pedersen, Skálafirði, í læru hjá Articon, Magnus Petersen, Skála, í læru hjá Articon, Hanna Ramussen, Søldafjørður, í læru hjá Búsetur, Linda Jacobsen, Klaksvík, í læru hjá Hanus Højgaard og Kristian Bjartalíð, Klaksvík, í læru hjá Kanjon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo