Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Útlendis ítróttur

Fyrr í dag avlýsti Sepp Blatter ein tíðindafund sum skuldi halda á høvuðssætinum hjá FIFA í Zürich.

Tað var eingin frágreiðing til hví tíðindafundurin var avlýstur, men eftir øllum at døma hevði tað sínar grundir.

Sveisiska løgreglan boðar nú frá at statsadvokaturin fer undir revsimál móti fráfarandi FIFA-forstanum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters sambært DR.dk.

Statsákærin sigur, at Sepp Blatter er undir illgruna fyri illoyala Fifa-gjalding av tveimum milliónum sveisarafrankum til Uefa-forsetan Michel Platini. Platini verður sagdur at vera vitni í málinum.

Ritzau skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at Blatter verður persónliga rótaður inn í ákærurnar við møguligt mutur. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at Platini verður drigin inn í málið. Platini stillar upp til forsetavalið í FIFA sum verðir í februar næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo