Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Eftir nærum seks ár sum gísli hevur Johan Gustafsson fyri fyrstu ferð sagt frá um tíðina í Mali har hann sat fangi í oyðimørkini.

Hann var á ferð í Mali tá hann bleiv tikin og burturfluttur, og hóast hann royndi at flýggja bleiv hann fangaður aftur.

- At enda konverteraði eg til islam fyri at sleppa við lívinum, greiddi hann svenskum miðlum frá, tá hann í dag fyri fyrstu ferð tosaði um tíðina sum fangi hjá al-Qaeda, eftir at hann varð leyslatin í juni.

Johan Gustafsson væntaði fleiri ferðir, at síðsta løtan var komin.

Yvirgangsfelagsskapurin kravdi at fáa 200 milliónir svenskar krónur sum loysigjald, men sambært Aftonbladet hevur svenski staturin ikki goldið nakað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann