Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Vinnuframi: Vinnarin av Creative Business Cup Føroyar, Sverre Nolsøe, skal kappast á altjóða íverksetarakappingini í Keypmannahavn 25. - 27. novembur 2018.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Vinnuframa, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo