Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vágatíðindi

Sverri er fyri løtu síðani farin av Miðvági at koma kajakkum til hjálpar sum liggja uppi á sandinum á Víkum.

Kajakkirnar sleppa ikki út aftur, tí tað er ókyrt.

Men eingin bátur sleppur inn at hjálpa teimum út aftur, tí tað er ókyrt, so helst má bjargingartyrlan avstað.

Sum VP skilur er helst talan um somu níggju kajakkirnar sum máttu bjargast norðanfyi fyri kortum.

Kajakkirnar vóru sæddar við Slættanestanga stutt fyri klokkan 11 fyrrapartin.

Óvist er, hvar tær ætlaðu sær og hvar túrurin byrjaði, men tá var vestfallið uppkomið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo