Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Fyri nøkrum døgum síðani var innslag í SVF um Norrønu og Justinussen, har róð varð framundir, at nakað meir ella minni óregluligt var farið fram - Justinussen til frama.

Um Norrønu kann stutt sigast, at um Justinussen ikki kom við nýggjum eginkapitali til Norrønu fyri nøkrum árum síðani, var hon farin á heysin og seld útlendingum.

Nógv onnur vóru eisini biðin um at seta nýggjan eginkapital í felagið, men bert Justinussen kundi yvirtalast.

Ein avtala varð tá gjørd við Framtak, sum var rímilig fyri tann almenna grunnin. Fór Norrøna vildi Framtak mest sannlíkt mist allan sín partapening.

At Norrøna tíbetur hevur klárað seg betur enn væntað, er gleðiligt og hevur einki við tað almenna at gera. Avtalan, sum var gjørd tá, gjørdi Justinussen galdandi og tað er einki skeivt ella órímiligt í tí.

Longur er tann søgan ikki.

Um sendingina um tey 10% kann sigast, at ein sat eftir við einari kenslu av SVF øvundsjúku móti teimum skipabólkum, sum hava klárað seg væl. Økingin í eginognini hjá feløgunum tey seinastu 5 árini stóð fyri skotum.

Nevnt var m.a. at hesi árini var hon økt soleiðis:

Varðin                           543 mill.kr.
Chr.Martin                     288  -
Hanus H.                       185  -
Framherji                      141  -

Íalt                            1.157. -

Henda øking svarar á leið til tað sama, sum virðið hjá báðum høvuðspartaeigarunum ( sum tíbetur eru føroyingar ) HVØR SÆR eiga í Bakkafrost.

Alivinnan - alt gott um hana - er ein tilfeingisvinna eins og fiskivinnan. Óskiljandi, at politiska viðferðin av vinnunum er so ymiskar: Í fiskivinnuni skulu øll sleppa framat, meðan eingin skal sleppa framat í alivinnuni. Veiðiloyvini ganga út í 2018, meðan alivinnan hevur 12 ára rullandi loyvisskipan.

Havi fyri nakað síðani sent skrivligan fyrispurning um henda munin til formennirnar í øllum politisku flokkunum, men eingin hevur svarað.

Løgmaður hevur tó í øðrum sambandi sagt, at munurin er, at alivinnan er børsskrásett??

Alivinnan er ein tilfeingisvinna, tí hon nýtir okkara sund og firðir, sum eingin annar sleppur at nýta.

Alivinnan og ávísir politikarir nevna hana framleiðsluvinnu og ikki tilfeingisvinnu.

Lat teir so framleiða uttan at nýta okkara sund og firðir......

Um tey 10% segði næstformaðurin í Reiðarafelagnum, at hann kundi gott liva við, at nakað av uppisjóvarfiskinum fór á uppboðssølu, men avgjørt einki av Barentshavskvotuni.

Undirritaði eri eisini ímóti uppboðssølu, men um nakað skal á uppboðssølu, eigur tað at vera fiskur í Barentshavinum, tí tað eru onnur skip í flotanum, sum kunnu veiða botnfiskin í Barentshavinum.

Við evt. uppboðssølu eigur ein treyt at vera, at fiskurin skal ísast umborð og førast til virkingar her heima. Ísfiskabátarnir taka eisini høvdini við til lands, meðan flakatrolarirnir blaka tey í havið.

Harumframt vilja saltfiskavirkini her heima fáa meira rávøru, sum tey hava alt ov lítið av sum er. Tað vildi givið meira arbeiði á landi, minni útgjald úr ALS og meira skattapengar til land og kommunur.

Harafturímóti eru tað bert verandi aktørar í uppisjóvarvinnuni, sum kunnu køla tann fiskin nóg skjótt niður og føra eina fyrsta floks vøru til lands. Fara onnur skip at fiska uppisjóvarfisk enda helst bæði makrelur og sild í Fuglafirði.

Mín áheitan á reiðararnar er at royna at fara í ein konstruktivan dialog í staðin fyri at grava seg niður í skotgrøvum. Trupulleikin hjá fiskivinnuni er ikki um nøkur fá % fara á uppboðssølu í ár ella 2017.

Tann stóri vandin liggur í hvat akademiski ráðgevarabólkurin hjá Fiskimálaráðnum fer at mæla til hvat skal henda við veiðu- og fiskiloyvum frá 2018 og frameftir, tí stórur vandi er fyri, at teirra uppskot kann koma at beina fyri einari vælvirkandi uppisjóvarvinnu og flakatrolarunum.

Poul Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo