Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Bøkur

Sprotin: Hvussu eyðnaðist tað Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ólógligan skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum, hvussu royndu føroyskir myndugleikar at verja bankan, og hvørjar avleiðingar fekk hetta fyri KvF?

Tað ber til at lesa í nýggju bókini Svik, ið Jan Lamhauge hevur skrivað. Sjálvur gekk hann á odda í avdúkandi journalistikkinum hjá KvF av sonenvnda skattamálinum og upplivdi eisini, hvussu hetta ávirkaði innanhýsisviðurskiftini í KvF.

Fólk við Skálafjørðin fáa nú sum tey fyrstu høvi til at hoyra høvundin greiða frá hesari tilgongdini, tí mikukvøldið 13.11. verður bókin løgd fram í Bylgjuni í Runavík. Á skránni verður m.a. samrøða millum Finn Koba og Jan Lamhauge og Enekk fer at spæla tónleik.

Tiltakið byrjar kl. 19 í Estetiska salinum í Bylgjuni í Runavík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo