Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Sjúkan er nú vorðin so álvarslig, at ikki bara prísurin á svínakjøti men eisini á nógvum øðrum matvørum er farin at hækka, ikki bara í Asia men á heimsmarknaðinum.

Kina framleiðir og brúkar um helmingin av øllum svínakjøti í heiminum, og hildið verður, at hendan framleiðslan í ár fer at minka við einum triðingi. Tá minni er av svínakjøti noyðast kinesarar og fólk í øðrum londum har á leiðini, har sjúkan rakar, at eta okkurt annað.

Prísirnir á svínakjøti eru nógv hækkaðir og fara væntandi at hækka eini 70% í ár meta greinarar. Tað kann geva framleiðarum av øðrum matvørum, so sum kjøti, flogfenaði og fiski, betri prísir, verður mett.

Svínapestin er eisini í londum sum Póllandi og Belgia, men hon ger ikki so nógv um seg har sum í Asia.

Fyribils eru útivið 200 milliónir grísar dripnir ella deyðir í Kina og ein góð millión í Vietnam, har herurin er settur inn at hjálpa til, skrivar Reuters.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo